Stóru málini gera av, nær valið verður

Stóru málini gera av, nær valið verður
Politisku flokkarnir eru byrjaðir at fyrireika seg til eitt komandi løgtingsval, men nær tað verður, veit bara løgmaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.02.2026 - 12:26

Róð hevur verið fram undir, at løgtingsval verður eftir ólavsøku, men um stóru málini hjá samgonguni, so sum suðuroyartunnilin og hækkanin av pensjónsaldrinum, ikki koma undir land, so kann tað vera, at valið verður áðrenn tað, sigur Barbara Holm ábyrgdarstjóri hjá Frihedsbrevet.

Vit hava seinastu tíðina sæð politiskar flokkar royna at markera seg á ymsum økjum, og hetta er partur av fyrireikingunum til komandi valið, tí um tú sleppur at avgera, hvat kjakast verður um undan valinum, kann tað hava góða ávirkan á talið av atkvøðum tú fært.

- Í Føroyum hava vit bæði vinstra/høgra og loysing/samband, og tað plagar at vera sagt, at tá kjakið snýr seg um høgra/vinstra evnir, so klára Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin seg væl, og er tað loysing/samband, so eru tað Tjóðveldi og Sambandsflokkurin, sum klára seg nokkso væl, greiðir Barbara Holm frá.

Hon leggur tó afturat, at sosialu miðlarnir hava broytt politiska samskiftið, tí nú kunnu øll miðla tann boðskap tey vilja, tá tey vilja.

Tað, sum arbeitt verður við innanhýsis í flokkunum nú teir fyrireika seg til eitt komandi løgtingsval, er til dømis at fáa fólk á uppstillingarlistarnar, at finna boðskapirnar, sum skulu hoyrast aftur í meldrinum av kunning, sum verður, og hjá politikarunum at vera so sjónlig sum gjørligt.

Hoyr meira her:

1794345

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650