Óli fekk steypabronsuna

Óli fekk steypabronsuna
Óli Mittún spældi væl fyri GOG ímóti Sønderjyske og var við til at tryggja fjónliðnum bronsuheiðursmerkini í steypakappingini
Óli Mittún - her ímóti Aalborg - fekk sítt fyrsta heiðursmerki í donskum hondbólti, tá GOG vann bronsudystin í steypakappingini
Mynd: Johnny Pedersen/Ritzau Scanpix  
 
16.02.2026 - 09:06

Óli Mittún var vælupplagdur, tá GOG tryggjaði sær bronsuheiðursmerkini í donsku steypakappingini við tryggum sigri á Sønderjyske.

Fótfimi bakspælarin skeyt sjey mál og legði upp til tvey í 34-29 sigrinum hjá fjónliðnum í gjár.

GOG vann sær leiðsluna, tá eitt lítið korter var spælt av dystinum, og eftir hetta var sigurin ongantíð í veruliga í vanda.

Aalborg, sum vann á GOG í hálvfinaluni leygardagin, vann sum væntað finaluna ímóti Ringsted, sum var í síni fyrstu steypafinalu yvirhøvur.

Dysturin endaði 34-24 til stórliðið úr norðurjútlandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846