Vilja kjakast um ADHD

Vilja kjakast um ADHD
Gitte Klein og Sune Poulsen, sálarfrøðingar, vilja skapa rúm fyri nýggjum og virðiligum kjaki um diagnosuna.
 
17.02.2026 - 09:40

Í juni verður temadagur í Norðurlandahúsinum um ADHD. Tað eru Gitte Klein og Sune Poulsen, sum fyriskipa tiltakið, og í morgunsendingini søgdu tey, hví tey halda tað vera so alneyðugt at seta sjóneykuna á hetta evnið beint nú.

Tey halda nevniliga, at almenna frágreiðingin um, hvat ADHD er, er alt ov einføld. ADHD verður oftast lýst sum eitt viðføtt og sera arvaligt menningarórógv í heilanum, ið ein hevur alt lívið, har heilivágur verður sagdur at vera hin munabesta viðgerðin.

Gitte Klein og Sune Poulsen seta spurnartekin við, um nakað vísindaligt grundarlag yvirhøvur finst fyri hesi fatanini. Tey ivast í, um hendan fatanin kanska forðar okkum í at skilja, hví børn og ung í veruleikanum mistrívast og sostatt, hvussu vit hjálpa teimum best. Er økta talið á diagnosum kanska farið heilt av sporinum?

Hoyr alla samrøðuna her:

1795532

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028