Umsóknir fyri 59 milliónir til gransking

Umsóknir fyri 59 milliónir til gransking
Evstamark at søkja um granskingarstuðul var í gjár, og inn komu 50 umsóknir frá 35 kvinnum og 15 monnum
Tilsamans verður søkt um slakar 59 mió. kr. Samlaði kostnaðurin av verkætlanunum er 151 mió. kr. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.02.2026 - 14:40

Granskingarráðið hevur fingið umsóknir fyri tilsamans 59 mió. kr. til gransking og arbeiðsmarknaðargransking.

Evstamark at søkja um granskingarstuðul var í gjár, og inn komu 50 umsóknir frá 35 kvinnum og 15 monnum. 

Umsóknirnar eru javnt býttar á náttúruvísindi, heilsuvísindi og hug- og samfelagsvísindi. 

41 verkætlanir eru staðsettar í Føroyum og níggju í øðrum londum. 

Tilsamans verður søkt um slakar 59 mió. kr. Samlaði kostnaðurin av verkætlanunum er 151 mió. kr. 

 

Fáa svar í seinasta lagi 1. juni

Løgtingið hevur játtað níggju mió. kr. til stuðul til gransking í ár, tað sama sum í fjør.

Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum, og upp í tríggjar mió. kr. eru tøkar til stuðul í ár.

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar, og síðani skulu útlendskir granskarar meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. 

Faknevndin fyri stuðli til gransking tekur endaliga støðu til umsóknirnar, og umsøkjararnir fáa svar í seinasta lagi 1. juni, skrivar gransking.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815