Lóg skal forða fyri bústaðarneyð hjá ukrainum

Lóg skal forða fyri bústaðarneyð hjá ukrainum
Landsverk skal nú fáa greiða heimild at útvega bráðfeingis bústaðir, gera teir klárar og halda teir við líka 
17 ukrainar búgva nú í Barnaheiminum í Havn.
 
19.02.2026 - 06:13

Landsverk skal nú fáa greiða heimild at útvega bráðfeingis bústaðir, gera teir klárar og halda teir við líka. 

Landsverk skal eisini fáa heimild at áseta leigureglur og skilhaldsreglur um leigumálini.

Almannaverkið skal sleppa at seta ein sosialan samskipara, sum burturav skal taka sær av at hjálpa fólk í bráðfeingis bústøðunum.

Ella skal Almannaverkið gera avtalu við uttanhýsis part um at veita somu tænastu, ella part av somu tænastu fyri Almannaverkið.

Tað er kjarnin í einum lógaruppskoti frá Almanna- og Heilsumálaráðnum um bústaðir til burturriknar ukrainar.

Í fjør vár mistu nógvir ukrainar bústað sín, tí teir skuldu leigast út til ferðavinnuna.

Onnur noyddust at flyta, tí bústaðurin skuldi seljast ella nýtast til annað endamál.

Ella tí tey rætt og slætt ikki høvdu ráð at rinda húsaleiguna.

Binda um heilan fingur

Tað eydnaðist at fáa tey inn í Barnaheimið í Havn.

Har búðu 25 ukrainar í fjør summar.

Nú eru 17 har.

Fyri at binda um heilan fingur, tí alt bendir á, at tørvurin á bráðfeingis bústøðum kemur aftur í vár, er lógaruppskot gjørt um samstarv og ábyrgdarbýti millum Landsverk og Almannaverkið, sigur Almanna- og Heilsumálaráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650