Eingin ætlan at gera meira við byrgingina um Haraldssund

Eingin ætlan at gera meira við byrgingina um Haraldssund
Hóast byrgingin er 40 ára gomul, so er hon ongantíð gjørd liðug
Byrgingin um Haraldssund er 40 ára gomul.
 
19.02.2026 - 18:00

Eingin ætlan er at gera nakað við byrgingina um Haraldssund.

Hóast byrgingin er 40 ára gomul, er hon ongantíð gjørd liðug.

Og tað verður hon heldur ikki fyribils, ásannar Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjar- og samferðslumálum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at byrgingin um Haraldsund er á breddanum.

Afturi í 2008 var ein verkætlan gjørd. Tá var mett, at byrgingin kundi gerast liðug fyri 25 milliónir.

Arbeiðið skuldi gerast samstundis sum tunlarnir Norður um fjall, og 22 milliónir vórðu settar av á fíggjarlógini fyri 2009. Men ætlanin bleiv spard burtur aftur.

Byrgingin um Haraldsund varð eisini sett í samferðsluætlanina hjá Landsverki fyri tíðarskeiðið 2018 til 2030. Har stendur, at arbeiðið skal gerast í 2027.

Hoyr inslag í útvarpstíðindunum: 

 

19022026_Haraldssund

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770