Her hava tey tíð til hvønn einstakan

Her hava tey tíð til hvønn einstakan
Hvíldarheimið Naina hevur í 90 ár tikið ímóti føroyingum, sum hava havt tørv á umsorgan og hvíld.
 
23.02.2026 - 09:18

Tað var gestsins eygað, sum sá, at Føroyum tørvaði eitt stað, har kvinnur kundu koma at hvíla seg og koma fyri seg aftur, tá danska Naina Sharla Nielsen kom til landið í 1920'unum. Hon lat alt hon átti til endamálið, tá hon gjørdist sjúk og doyði, og andin av hesari góðvild livir enn í húsinum, sum er heitt og vinarligt at koma inn í.

Í dag er pláss fyri 24 fólkum í senn, sum koma úr øllum landinum og av ymsum orsøkum, men tey  hava tað til felags, at teimum tørvar hvíld, góðan mat og umsorgan, soleiðis at tey kunnu fara heim og klára seg, eftir at tey hava verið á sjúkrahúsinum til viðgerðar, sigur Mai Dahl, sum er fyristøðukvinna á Hvíldarheiminum Naina.

- Innleggingartíðin á sjúkrahúsinum er stytt, so tey liggja ikki so leingi har longur, og tey eru ov veik at fara heim, og hava brúk fyri røkt og umsorgan fyri at koma seg, sigur Mai um orsøkina til, at hvíldarheimið Naina altíð er fult og bíðilistin langur.

Sjúkrarøktarfrøðingar eru altíð til arbeiðis, kommunulækni vitjar ofta, fysioterapeutur og frisørur eru tilknýttir, og maturin er fyrstaflokks góður matur, sum hjálpir teimum, ið búgva har, at koma fyri seg aftur.

- Tær sum arbeiða her eru einglar, siga tvær, sum sita og práta inni á einum kamari eina løtu.

Naina fyllir í dag 90 ár, og tað verður hátíðarhildið

1796471

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101