Kanning: Meirilutin vil hava Múlaleiðina

Kanning: Meirilutin vil hava Múlaleiðina
44 prosent av teimum spurdu vil hava hesa farleiðina, sum Sambandsflokkurin eisini mælir til í sínum broytingaruppskoti
Privati tunnilsbólkurin eigur uppskotið um at gera tunnilsmunnan norðan fyri bygdina á Sandi.
 
23.02.2026 - 15:05

Ein meiriluti av føroyingum vilja hava Múlaleiðina heldur enn Traðardal, tá spurt verður, hvar tunnilsmunnin til Suðuroyartunnilin skal vera í Sandoynni.

Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri FM1.

Múlaleiðin er tað, sum alternativi Tunnilsbólkurin mælir til, og har munnin er millum Sandsbygd og tunnilsmunnan á Sandoyartunlinum.

44 prosent av teimum spurdu vilja hava hesa farleiðina, sum Sambandsflokkurin eisini mælir til í sínum broytingaruppskoti í fíggjarnevndini.

 

 

 

Traðardalur 17 prosent

Traðardalur er loysnin hjá Tunnilsfelagnum, og hon fær undirtøku frá 17 prosentum av teimum spurdu. Tað er farleiðin, sum samgongan og stórur partur av andstøðuni mælir til.

34 prosent siga seg ikki vita og 4,5 prosent av teimum, sum eru fyri, ynskja hvørga farleið. 20% av teimum spurdu ynskja ongan tunnil.

Kanningin spyr eisini um, hvat føroyingar halda um at hækka pensjónsaldurin. Og har siga tey spurdu greitt nei - 64 prosent siga nei, 30 prosent siga ja.

Løgtingið hevur í løtuni aðru viðgerð av uppskotinum um at projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Fríggjadag 11. september
Morgunlestur fríggjadagur 11. september
212706
Hósdag 10. september
RagnarRokk 10.september 2026
212531
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002