Eftirspæl frá steypafinaluni: Kyndilsspælari biður um umbering

Eftirspæl frá steypafinaluni: Kyndilsspælari biður um umbering
Ein hending í steypafinaluni hjá monnum fær nú eftirspæl. Dómararnir hava sent málið víðari til Aganevndina
23.02.2026 - 17:16

Aganevndin hjá Hondbóltssambandinum hevur fingið eitt mál inn á borðið eftir steypafinaluna í manshondbólti um vikuskiftið. 

Ímóti dystarenda kom sinnið í Høgna Klein Olsen hjá Kyndli. Hann bleiv árendur av debutantinum Jónasi Fossabrúgv, og dómararnir dømdu fyri trok. Tá H71-bakkurin skuldi renna aftur, krøkti Høgni Klein Olsen hann við beinunum og datt síðan niður á H71-spælaran við alboganum fremstum.

- Í ítøkiligu støðuni velja dómararnir at geva Høgna Klein Olsen átalu fyri hendingina og heldur spælið fram. Viðkomandi dómararnir og eygleiðarar hava í dag viðgjørt støðuna og eru samdir um at heita á Aganevndina um at taka viðkomandi støðu til viðgerðar. Víst verður til §8:6b, ið gevur dómarunum heimild til at fráboða hending, ið kann metast sum "grov usportslig opførsel" (DK) sambært §8:9d í altjóða spæilreglunum fyri hondbólt, stendur í skrivinum, sum dómararnir og dómaraeygleiðararnir sendu HSF og Aganevndini í gjár.

Dómararnir vilja millum annað hava Aganevndina at taka støðu til, um hendingin átti at verið sektað vil bláum korti.

 

Høgni biður um umbering

Høgni Klein Olsen er royndur hondbóltsspælari og ikki kendur fyri harligt spæl. Hann er keddur av hendingini og bíðar nú bara eftir viðgerðini og avgerðini.

- Eg taki fulla ábyrgd av støðuni. Eg havi biðið spælaran og familjuna hjá honum um umbering. Eg reageraði skeivt, og tað var ikki í lagi. Eg eri sera harmur um tað, sum hendi. Nú virði eg tað viðgerð, sum málið fær, sigur Høgni Klein Olsen við Kringvarpið í dag.

Andrass Thomsen, stjóri í HSF, váttar at hava móttikið skrivið, sum hann hevur sent víðari til Aganevndini, ið er leys av Hondbóltssambandinum.

- Vit hava móttikið eitt skriv, sum er farið víðari til Aganevndina, sum nú skal viðgera málið og taka støðu til eina møguliga revsing, sigur Andrass Thomsen.

H71 vann steypafinaluna 37-28.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227