Sjónleikur um at ganga sína egnu leið

Sjónleikur um at ganga sína egnu leið
Sjónleikurin "Nem við meg, nem ikki við meg" lýsir ungdómslívið hjá ungari kvinnu, sum er aseksuell, ið fær dirvi at ganga sína egnu leið
Fotografur: Símun Waag
24.02.2026 - 19:24

Sjónleikurin "Nem við meg, nem ikki við meg", sum nú er komin til Føroya, varpar ljós á kensluna av at kenna seg uttanfyri.

Vit fylgja høvuðsleikaranum, Ester, sum júst er byrjað á miðnámi.

Veitslur, náttarlívið og tráanin eftir einum maka hóvar Ester illa, sum heldur vil vera heima og spæla telduspøl.

Ester er aseksuell, og hetta er høvuðsevnið í sjónleikinum, sum í kvøld verður spældur í Norðurlandahúsinum.

Talan er um eitt evni, sum lítið verður tosað um, sigur Jens Frølund Hansen, verkætlanarleiðari í leikbólkinum HiLS DiN MOR, sum stendur fyri sjónleikinum.

Leikurin fer í tannárini saman við Ester, sum fær dirvi at ganga sína egnu leið.

Sí innslag í Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846