Løgtingsval verður 26. mars

bannari
Løgtingsval verður 26. mars
Álitið millum samgongufólk hevur grundleggjandi ikki verið til staðar, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður
Aksel V. Johannesen saman við forkvinnunum í Framsókn og Tjóðveldi, Ruth Vang og Sirið Stenberg, í tinginum fyrr í dag. Nú er løgtingsval útskrivað.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.02.2026 - 15:59

Løgtingsval verður hósdagin 26. mars.

Tað boðaði løgmaður frá í tinginum fyri lítlari løtu síðani.

Tá tingið endaliga hevði samtykt málið um Suðuroyartunnilin, bað Aksel V. Johannesen um orðið og kunngjørdi løgtingsval.

- Álitið millum samgongufólk hevur grundleggjandi ikki verið til staðar, segði løgmaður millum annað í síni fráboðan til løgtingið, og harvið føroya fólk.

Løgmaður segði soleiðis:

 

25022026_Aksel

 

Uppskotið hjá løgmanni um at fyrireika, prosjektera og bjóða út Suðuroyartunnilin - Djúpadalsleiðin - var endaliga samtykt við 26 atkvøðum fyri og sjey ímóti.

Broytingaruppskotið fra tingfólkum í andstøðu og samgongu um Múlaleiðina fall. 10 atkvøður vóru fyri, 22 vóru ímóti, og ein var blonk.

Av tí at val er útskrivað var triðja viðgerð av uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin tikin av skránni. 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928