Óli toppskjútti og GOG í CL-endaumførini

Óli toppskjútti og GOG í CL-endaumførini
Óli Mittún skeyt sjey mál, tá GOG fekk javnleik ímóti Eurofarm Pelister og spældi seg víðari í Champions League
Óli Mittún - her ímóti Aalborg í hálvlfinaluni í steypakappingini - skoraði sjey mál ímóti makedónskari mótstøðu í Champions League
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
26.02.2026 - 10:31

Við neyð og deyð eydnaðist GOG at spæla javnleik á heimavølli ímóti Eurofarm Pelister og samstundis tryggja sær víðari spæl í Champions League.

Óli Mittún átti stóran leiklut í álopinum hjá dønum. Hann skeyt sjey mál upp á 10 royndir og legði upp til tvey í 28-28 dystinum á Fjóni.

Føroyingurin skoraði síðsta málið hjá GOG til 28-27 í síðsta minutti, men norðurmakedónska liðið kláraði akkurát at javna, áðrenn tíðin fór.

Úrslitið hevur við sær, at GOG skal spæla í røkkstøkk-umfarinum í Champions League.

 

 

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin hava longu tryggjað sær annaðhvørt fyrsta ella annað plássið í sínum bólki, og tað merkir at týska høvuðsstaðarfelagið lýpur komandi umfarið um og fer beint í fjórðingsfinalurnar saman við Aalborg, Magdeburg og Barcelona.

Füchse Berlin, sum í løtuni er fremst í bólki A - eitt stig frammanfyri Aalborg - spælir seinnapartin á heimavølli ímóti pólska felagnum Kielce.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928