Ársins útvarpshitt: Tøgn hevur sett eld á kamarið og útvarpslurtini

Ársins útvarpshitt: Tøgn hevur sett eld á kamarið og útvarpslurtini
Lurtarar Kringvarpsins hava talað. "Kamarið" hjá superbólkinum Tøgn er ársins útvarpshitt
Tøgn er mannað við vinmonnunum Beini Troest Rasmussen, Jónasi Gaard og Bárði Petersen
Mynd: Bogi Petersen  
 
27.02.2026 - 08:20

Øll tey, ið stóðu á Sandinum, tá Beinir framførdi á G! festivalinum í fjør, fingu sjón fyri søgn um, at føroyski superbólkurin Tøgn hevur reinalið eitt superhitt við sanginum "Kamarið". 

Allur Sandurin var á gosi og sang so lystiliga við, tá Jónas Gaard og Bárður Petersen trinu á pallin at framføra "Kamarið" saman við Beini.

Gásarhold. 

Lurtararnir hjá Kringvarpi, sum hava verið inn á heimasíðu Kringvarpsins og atkvøtt um "Ársins útvarpshitt", eru samdir og hava nú eisini talað:

"Kamarið" hjá Tøgn er ársins útvarpshitt. 

 

"Kamarið" endaði frammanfyri "Av náði Guds" hjá Mariu á Lakjuni á øðrum plássi og "Handyman" hjá Niclas Hera Jákupssyni á triðja plássi. 

Hinir sangirnir, ið komu í endaumfarið, vóru:

"Hjálp mær" - Bárður á Lakjuni
"Eitt tvey hey" - Brim
"Sálarfrændi mín" - Hvarv
"Tóm visjón" - Adrenaline
"Knáir gamlir menn" - Starlight
"Hallucination" - Sissal
"Vit" - EBA14

 

Endaliga úrslitið sæst her:

 

Tøgn er, sum áðurnevnt, mannaður við Beini Troest Rasmussen, Jónasi Gaard og Bárði Petersen.

Beinir og Jónas geva báðir tónleik út undir egnum navni, umframt at teir spæla við í Tøgn sama við Bárði, ið eisini spælir fast við bólkinum hjá Beini. 

Í samrøðu við heimasíðu Kringvarpsins í sambandi við, at "Kamarið" bleiv givið út, søgdu teir tríggir:

»Tøgn er ein folk/popp-trio, sum er mannað av trimum vinmonnum, ið allir búgva í Keypmannahavn.«

 

Hví hava tit stovnað Tøgn?

»Vit hava fyrst og fremst stovnað Tøgn, tí vit eru vinmenn, ið allir elska tónleik. Eisini hava vit tað til felags, at vit elska tað føroyska málið og leingjast heim av og á. Tí ynskja vit at koma við okkara boði uppá, hvussu føroyskt kann brúkast í popp-samanhangi. Vit leggja okkum eftir at lýsa kenslur og tankar á gerandismáli.«

 

Hvat er málið við Tøgn?

»Málið hjá okkum er at hava eitt stað, har vit kunnu møtast og savna okkara tankar og kenslur í tónleiki. Sjálvandi er málið eisini, at fólk skulu hoyra tað, sum vit hava uppá hjartað. Tað er ongantíð betur, um fólk kunnu kenna seg aftur í tí, sum vit skriva. Tónleikur fyllir nógv í gerandisdegnum hjá okkum øllum, og tí kendist tað sjálvsagt at gera okkurt saman.«

 

Tøgn hava sjálvir framleitt "Kamarið" í MoreMax-studio í Keypmannahavn, meðan Fred Ruddick hevur miksað og masterað.

 

Eisini tilnevndur á FMA

"Kamarið" er eisini tilnevndur til "Ársins sang" i sambandi við, at FMA-virðislønirnar verða handaðar um eina viku, fríggjakvøldið 6. mars.

 13 FMA-virðislønirnar skulu handast í Norðurlandahúsinum, og handanin verður víst beinleiðis í sjónvarpinum. 

Sangirnir, ið eru tilnevndir til "Ársins sang", eru: 

"Cake (Baddies Edition)" - Jazzygold, Marianna Winter, Tamara Mneney
"Kamarið" - Tøgn
"Patio" - Marianna Winter
"Blóð" - Elinborg 
"Tveitan" - Tunghoyrt

 

SÍ EISINI: FMA 2026: Tilnevningarnar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk:Marius Karlsen um Obsidian Cult
204924
Fríggjadag 27. februar
Breddin: Politisku ungmannafeløgini og valini
204931
Fríggjadag 27. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Adrenaline
204922
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk: Samuel Ervin Beam um Hen´s Teeth
204876
Fríggjadag 27. februar
Morgunlestur fríggjadagur 27.februar 2026
204599
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811
Hósdag 26. februar
Filip: Ein glotti fyri framman
204812