Jórunn Gudmundsen verður leiðari í Messuni

Jórunn Gudmundsen verður leiðari í Messuni
Sjey umsóknir vóru til starvið
Jórunn Gudmundsen tekur við starvinum sum leiðari í Messuni 1. apríl.
 
27.02.2026 - 08:53

Messan, sjóvinnusavnið og mentanarhúsið í Vágum, hevur fingið sín fyrsta leiðara.

Jórunn Gudmundsen úr Sandavági er sett í starvið.

Sjey umsóknir vóru.

Jórunn Gudmundsen er 32 ára gomul.

Hon hevur akademiútbúgving í leiðslu á Glasi og skrivstovuútbúgving í almennari fyrisiting. 

Jórunn Gudmundsen hevur seinast starvast sum marknaðarráðgevi hjá Teima ráðgeving, og verið leiðari í ungdómshúsinum í Sunda kommunu. 

Jórunn byrjar í leiðarastarvinum í Messuni 1. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233