Løgtingið avgreitt blokkin

Løgtingið avgreitt blokkin
Heildarveitingin úr ríkiskassanum næsta ár verður 3,2 mió. kr. størri enn í ár
 
16.12.2013 - 11:27

Løgtingið samtykti endaliga fyrrapartin, at blokkurin úr statskassanum til Føroya verður 635,4 mió. kr. næsta ár, 3,2 mió. kr. størri enn í ár. 22 atkvøddu fyri og sjey ímóti.

Landsstýrið og danska stjórnin eru samd um, at ríkisveitingin í 2014, 2015 og 2016 verður tann sama sum í ár, men tó prístalsviðgjørd hvørt ár sambært danska prístalinum.

Fólkatingið hevur eisini samtykt uppskotið. Triðja viðgerð og seinasta viðgerð verður í fólkatinginum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425