Valstýrisformaðurin í Oyndarfirði fríkendur fyri at fremja valsvik

Valstýrisformaðurin í Oyndarfirði fríkendur fyri at fremja valsvik
Dómur er sagdur í málinum um eina atkvøðu í Oyndarfirði, sum kom til fínteljingar í Runavík, har hon varð ógildað, tí har var meira enn ein krossur á
 
27.02.2026 - 13:51

(Dagført kl. 15:13)

Einki valsvik er framt í Oyndarfirði - í samband við kommunuvalið í 2024.

Dómur er í dag sagdur í málinum um tann eina valseðilin í Oyndarfirði, sum bleiv kolldømdur, tí hann hevði tveir krossar.

Valstýrisformaðurin í Oyndarfirði var annars ákærdur fyri at hava gjørt atkvøðuna ógilduga við vilja. Ákæruvaldið helt, at hann hevði ábyrgdina av, at valseðilin varð broyttur soleiðis, at hann ikki kundi góðtakast.

Rætturin ikki samdur
Men rætturin var ikki heilt samdur í dóminum.

Í málinum var tað ein løgfrøðiligur dómari umframt tveir dómsmenn, sum skuldu døma í málinum, tí meðan tveir søgdu frídøming, so var tað ein dómsmaður, sum segði, at hann skuldi dømast, og tað hevur við sær, at valstýrisformaðurin bleiv frídømdur.

Ákæruvaldið kravdi annars minst fýra mánaða fongsul til valstýrisformannin, meðan verjin, Christian Andreasen, kravdi frídøming ella treytaðan dóm. 

Málið snúðið seg um eina atkvøðu, sum varð ógildað við finteljing í Runavík, tí hon hevði tveir krossar. Í Oyndarfirði var eingin atkvøða ógildað, tá tær 92 atkvøðurnar vórðu taldar. Ógildingin førdi til javnleik millum tvey valevni, og tann, sum annars hevði vunnið, tapti lutakastið og slapp ikki í býráðið í Runavík.

Ákæruvaldið segði seg hava prógv fyri, at valsvik var farið fram, men verjin helt, at eingi prógv staðfesta, hvør setti seinna krossin – og at allur ivi tí átti at koma tí ákærda til góðar, og tað helt rætturin eisini.

Hetta er fyrsta mál um valsvik í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343