Demokratia vil hava fleiri kvinnur at stilla upp

bannari
Demokratia vil hava fleiri kvinnur at stilla upp
Skipað verður fyri tiltøkum í sambandi við løgtingsvalið, og lagt verður fyri í Listasavninum á Sandi klokkan 19 í kvøld
Demokratia vil hava kvinnur at stilla upp til løgtingsvalið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.03.2026 - 14:33

Demokratia fer næstu dagarnar at skipa fyri valtiltøkum kring landið við tí endamáli at fáa fleiri kvinnur at stilla upp til løgtingsvalið.

Tað sigur Demokratia í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum. Og fyrsta tiltakið verður í Listasavninum á Sandi í kvøld, týskvøldið, klokkan 19 - og IKKI mikukvøldið, sum tað annars stóð skrivað.

Á skránni í annaðkvøld er samrøða við Katrina Kallsberg, fyrrverandi løgtingskvinnu, ein framløga frá Demokratia um, hví færri kvinnur gera av at stilla upp enn menn, og so verður eisini tónleikur frá Tóru Trónd á skránni. 

 

Samstarv millum flokkar

Demokratia er eitt samstarv millum politisku flokkarnar, og vil við sínum tiltøkum skapa upplýsandi og eggjandi prát um kvinnuumboðan og uppstilling. Saman við royndum politikarum veitir felagsskapurin karmarnar til at fáa svar upp á einhvønn brennandi spurning, sum møgulig valevni munnu ganga við, áðrenn avgerðin verður tikin um at bjóða seg fram.

- Tað er alneyðugt fyri okkara fólkaræði, at vit hava sterka kvinnuumboðan á Føroya løgtingi, tá atkvøðurnar eru taldar hóskvøldið 26. mars, sigur Demokratia millum annað, og leggur aftrat, at skal  javnstøðan á løgtingi økjast, er fortreytin, at nógvar sterkar kvinnurøddir finnast á valevnislistunum.

Tí ræður um at tryggja, at veljarin hevur nokk at velja í, sigur Demokratia.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870