Bardagar í Miðeystri halda fram

Bardagar í Miðeystri halda fram
Framvegis eru eingi tekin um samráðingar ella vápnahvíld. Ein føroyingur í Bahrein sigur, at støðan er spent, og at tey nú umhugsa at fara heim.
06.03.2026 - 20:04

Bardagarnir í Miðeystri halda fram á sjeynda degi, og framvegis eru eingi tekin um, at partarnir nærkast samráðingum ella eini vápnahvíld. Álop og mótálop millum USA, Ísrael og Iran hava verið seinastu dagarnar økt spenningin í økinum.

Í fleiri londum í Miðeystri verður støðan fylgd tætt, eisini av útlendingum, sum búgva í økinum. Bogi Berg, sum býr í Bahrein saman við familju síni, sigur, at støðan er spent.

– Støðan er spent, og vit hava hugsað at koma heim, sigur hann.

Men tað er ikki bara sum at siga tað at koma úr Miðeystri, tí flogferðslan er sera nógv darvað.

Myndugleikarnir í fleiri londum heita samstundis á borgarar um at fylgja við støðuni og halda seg dagførd um trygdarstøðuna í økinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688