Serlingur við stórum hittum høvuðsnavn á G! festivalinum

Serlingur við stórum hittum høvuðsnavn á G! festivalinum
Amerikumaðurin Oliver Tree úr Kalifornia, ið hevur hitt sum "Life Goes On" og "Miss You", sum eru stroymd milliardir av ferðum, verður høvuðsnavn á G! festivalinum í summar
Oliver Tree verður eitt av høvuðsnøvnunum á G! festivalinum í summar
Mynd: PR-mynd  
 
10.03.2026 - 09:04

Um tú kanska ert komin eitt sindur til árs og ikki brúkar TikTok og líknandi sosialar miðlar, so er tað ikki óhugsandi, at tú ongantíð hevur hoyrt um Oliver Tree.

Men tað merkir ikki, at amerikumaðurin úr Kalifonia ikki er ein heimsstjørna, tí tað er hann við milliardum av stroymingum á ymisku stroymingtænastunum av hittum sum "Life Goes On" og "Miss You". 

Og í summar kann Oliver Tree upplivast á Sandinum í Syðrugøtu til ársins G! festival. 

Tað kunnger G! festivalurin í dag. 

 

Serskøltur

Í sínari lýsing av Oliver Tree skrivar G!, at talan er um ein serskølt, ið altíð er í undarligum klæðum og parykkum, og spælir tónleik, sum liggur eitt stað ímillum popp og tað alternativa, tað fjolluta og tað álvarsama, internetið og veruleikan.

Talan er um 32 ára gamla Oliver Tree Nickell, ið varð borin í heim í Santa Cruz í Kalifornia.

Stóra gjøgnumbrotið fekk Oliver Tree við sangunum "Life Goes On" í 2021 og "Miss You" í 2022.

Higartil hevur hann útgivið tríggjar plátur:

Ugly Is Beautiful (2020)
Cowboy Tears (2022)
Alone in a Crowd (2023)

 

Hvat: G! festivalurin
Hvar: Syðrugøtu
Nær: 16.-18. juli


Higartil kunngjørd tónleikanøvn:

Clickhaze (FO)
Oliver Tree (US)
Frændur (FO) 
Fantastic Negrito (US)
Guðrið Hansdóttir (FO)
Moyka (NO)
Irah (UK)
Elinborg (FO)
Jerub (UK)
Sakaris (FO)
Døgg Nónsgjógv (FO)
Marianna Winter (FO)
Tunghoyrt (FO)
Lynks (UK)
Alterne (DK/ES/BE)
Bolstad (FO)
Duo Ruut (ES)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688