Vága kommuna bjóðar út grundstykki til íbúðarbygging

Vága kommuna bjóðar út grundstykki til íbúðarbygging
Talan kann vera um eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir
Trý grundstykki í Sandavági verða boðin út.
Mynd: Vága kommuna  
 
12.03.2026 - 09:09

Vága kommuna vil hava ein fjølbroyttari bústaðarmarknað í kommununi.

Kommunan bjóðar nú út trý grundstykki til íbúðarbygging í Sandavági.

Stykkini eru 500 fermetrar hvørt.

Tey, sum bjóða, skulu koma við uppskoti um, hvat tey ætla at byggja.

Talan kann vera um eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.

Kommunan leggur dent á, at verkætlanin umfatar eitt hóskandi íbúðatal og eisini ymiskar íbúðastøddir.

Prísurin er 320 kr. fyri fermeturin.

Freistin at bjóða er 15. apríl.

Og Vága kommuna tekur støðu til tilboðini á býráðsfundi 28. apríl.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541