Turið rakk upp á 2.000

Turið rakk upp á 2.000
Turið Arge Samuelsen rakk upp á 2000 landskappingarmál, tá hon skoraði sítt 11. mál í sigrinum hjá Kyndli á VÍF í gjárkvøldið
Turið Arge Samuelsen flúgvandi í steypafinaluni ímóti VÍF fyri kortum. Hon hevur nú skotið heili 2.000 landskappingarmál
Mynd: Bárður Lydersen  
 
12.03.2026 - 11:20

Turið Arge Samuelsen skrivaði hondbóltssøgu, tá hon rakk upp á 2.000 landskappingarmál í bestu føroysku deildini í gjárkvøldið.

Søguliga málið kom hóskandi frammanfyri egnum viðhaldsfólkum í Høllini á Hálsi í Havn, tá Kyndil vann 38-26 á VÍF, skrivar in.fo.

Kyndilsbakkurin skoraði sítt 11. mál í dystinum, tá 47. minuttir vóru spældir og kom upp á 2.000. Tá eru bert mál í bestu landskappingini tald við og ikki t.d. í steypakappingini ella á landsliðnum. 

Turið Arge Samuelsen er 31 ára gomul og hevur vunnið fýra meistaraheitið og seks steypafinalur saman við Kyndli.

Kyndil hevur longu tryggjað sær annað plássið í finalunum um føroyameistaraheitið, og tí fær stórskjúttin kjansin at leggja eitt FM-heitið afturat í næstum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815