- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aphaca í Norðurljóði: "Vit ætla okkum á flot í Føroyum"

Mánadagin klokkan 15 er stóra høvuðsnavnið á Voxbotn-tónleikatiltakinum, Aphaca, sum eisini er heitasta navnið á danska tónleikapallinum í løtuni, gestir í sendingini Norðurljóði.
Aphaca hevur júst útgivið aðru heildarútgávu sína, "Vild ungdom", ið toppar allar hitlistarnar í Danmark í løtuni.
Limirnir í Aphaca hava, sum vera mann, nógv um oyruni í løtuni í sambandi við útgávuna. Men Ragnar A. Jacobsen, vertur í Norðurljóði, fekk orðið á teir fýra limirnar í bólkinum í einum bili á veg til Næsteved, har teir skuldu gera eina samrøðu við eina útvarpsstøð í býnum.
Góð ummælir
Teir fýra eru Rumle Hueg Kærså, sang og gittar, Bertil Engberg Nielsen, ljómborð, Bertram Ask Plauborg, bass, og Noah Elias Rasmussen, trummur.
Umframt at "Vild ungdom" er tann mest selda í Danmark í løtuni, so hava ummælini eisini verið góð.
Gaffa, Soundvenue og Politiken geva "Vild ungdom" fimm út av seks møguligum stjørnum.
Thomas Treo frá Ekstra Blaðnum er, honum so líkt, ikki eins gávumildur og gevur "Vild ungdom" bara tvær stjørnur undir yvirskriftini "Mild ungdom".
Myndir: Ritzau/Scanpix
Tónleikur skal ikki vera lýsaleysur
Limirnir í Apacha eru sjálvsagt ovurfegnir um góðu móttøkuna, tí høgar vónir vóru settar til hesa truplu aðru útgávuna hjá bólkinum.
"Tað er farin eitt sindur yvir høvdið á okkum, at tað hava verið so høgar vónir til plátuna, so vit hava verið lukkuliga óvitandi um tað. Hinvegin síggja vit tað sum eina risagávu, at tað eru fólk, ið hava staðið klár at taka ímóti plátuni."
Nýggja plátan er øðrvísi enn debutplátan, "Et aar uden dig", hald teir fýra.
"Meðan vit á 'Et aar uden dig' hugsaðu nógv um tónleikin, ið vit gjørdu, og leitaði eftir einum lýtaleysum úttrykki, so hava vit át 'Vild ungdom' lagt okkum eftir ikki at yvirhugsa tónleikin. Tónleikurin er innspældur live, og harvið er úttrykkið erligari og ráari. Vit hava eisini latið feilirnar verið ein partur av úttrykkinum, tí vit hava sæð í eyguni, at tónleikur skal ikki vera lýtaleysur. Feilir eru ein partur av tónleikinum."
Ofta er tað oddamaðurin, Rumle Hueg Kærså, ið kemur við hugskotunum til sangir á gittaranum ella á klaverinum, sum bólkurin so skrivar liðug saman.
"'Vild ungdom' snýr seg um at blíva vaksin. Heitið byrjaði sum eitt arbeiðsheiti, sum bara bleiv hangandi, tí tað finst nógv orka í orðingini 'Vild ungdom', tí tað er líka sum alt. Tað er sjálvandi veitslurnar og kærleikin, men tað eru eisini valini, ið tú skalt taka um útbúgvin og sovorðið."
Ein tónlistarliga gongustjørna
Aphaca kom sum ein tónlistarlig gongustjørna brakandi inn á danska tónleikapallin í 2022 við debutplátu, "Et aar uden dig".
Síðani hevur bólkurin lagt danska tónleikapallin fyri sínar føtur við hittum sum "Smelter under månen", "Til solen er sort", "En drøm om et menneske", "Hjertet på gaden" og "Et sted hvor vi de første".
Í fjør sprongdi Aphaca fullkomiliga karmarnar fyri, hvussu nógv fólk kunnu fara til eina konsert á Arena-pallinum á Roskilde festivalinum, tí bróðurpartur av øllum teimum 130.000 vitjandi fóru til júst ta konsertina.
SÍ EISINI: APHACA - En drøm om et menneske (Roskilde Festival 2025)
Fyriskipararnir av Roskilde festivalinum hava lært av misstakinum í fjør, so í ár skal Aphaca spæla á stóra Orange pallinum.
Seinni í ár stendur enn størri avbjóðing fyri framman, tí í oktober hava teir eina útselda konsert í sjálvari Parkini í Keypmannahavn.
Aphaca frá vinstru: Noah Elias Rasmussen (trummur), Bertram Ask Plauborg (bass), Rumle Hueg Kærså (sang og gittar) og Bertil Engberg Nielsen (ljómborð) (Mynd: Ritzau/Scanpix)
Rakt eitt mótrák
Spurdir, hvussu tað ber til, at júst popprokktónleikur hjá teimum er vorðin so væl umtóktur, svarar teir fýra í Aphaca:
"Vit hava verið hepnir og rakt ein tíðaranda, har fólk tykjast hava tørv á einum bólki og einum felagsskapi, at vera partur av."
Spurdir, um hetta slagið av danskt-mæltum-popprokki, hevur mangla, svara teir:
"Vit vilja ikki siga, at okkara tónleikur hevur manglað. Tað eru nógv, ið spæla góðan, danska popprokk-tónleik. Men kanska er tað, at tað hoyrist, at tónleikurin hjá okkum er spældur við hond, sum hevur manglað. Vit liva í einari tíð við vitlíki, sum eisini verður brúkt innan tónleikaheimin. Vit hava rakt beint inn í tørvin á einum mótráki móti hesum lýstaloysi," hugleiða teir fýra um í Norðurljóði.
Spurdir, um tað er vandi fyri, at teir nú verða mettir av allari viðgongdini, svara teir fýra:
"Nei, als ikki. Vit eru 22 ár, so vit hava enn nógvar dreymar at útliva, og sangir, ið vit hava hug at skriva."
Gleða seg at sleppa út at fiska
Ferðin til Føroya at spæla á Voxbotni verður fyrstu ferð, at Aphaca skulu út um donsku strendurnar at spæla eina konsert, og tað gleða teir seg almikið til.
"Ja, for ólukkan. Tað verður feitt. Vit møttu tykkara deiliga Teiti síðsta summar, og hann tosaði sera jaligt um Føroyar, so vit lúra upp á at halda frí eina løtu í Føroyum, og sleppa út at fiska og sovorðið."
Limirnir í Aphaca vissa øll tey, ið ætla sær til Voxbotn, um, at tey kunnu gleða seg.
"Vit arbeiða upp á framførsluna í løtuni, og tað verður ein risakonsert."
Hvat: Norðurljóð
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadagar kl. 15, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Gestir: Aphaca





























