Grønland: Siumut farin úr landsstýrissamgonguni

Grønland: Siumut farin úr landsstýrissamgonguni
Flokkurin er misnøgdur um, at tvær landsstýriskvinnur stilla upp til fólkatingsvalið
Vivian Motzfeldt og Lars Løkke Rasmussen í Washington. Nú hevur Vivian Motzfeldt lagt frá sær sum landsstýriskvinna í uttanríkismálum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.03.2026 - 14:08

Siumut er farin úr grønlendska landsstýrinum.

Tað upplýsir Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, sambært Sermitsiaq.

Siumut hevur seinastu dagarnar hótt við at fara úr landsstýrissamgonguni, tí tvær landsstýriskvinur stilla upp til fólkatingsvalið.

Tær eru Anna Wangenheim í Demokraatit, og Naaja H. Nathanielsen í IA.

Siumut upplýsir, at Vivian Motzfeldt, sum hevur verið landsstýriskvinna í uttanríkismálum, hevur lagt frá sær.

Hon hevur havt stóran leiklut í sambandi við diplomatisku kreppuna millum Grønland og USA, og Vivian Motzfeldt hevði fund við amerikanska varaforsetan, J.D. Vance, og uttanríkisráðharran, Marco Rubio, fyrr í ár saman við danska uttanríkisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen. 

 

Harmast

Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður,  sigur seg harmast um, at Siumut fer úr samgonguni, nú Grønland er undir stórum trýsti og uppmerksemi frá umheiminum. 

- Henda støðan hevur gjørt, at tað hevur havt týdning hjá mær at hava so breiða samgongu sum til ber, sigur hann.

Allir flokkar uttan Naleraq manna landsstýrið í Grønlandi, sum var skipað eftir valið fyri einum ári síðani.

Siumut tódnaði niður í helvt, og fekk bara fýra sessir í landstinginum. 

Stutt eftir legði Erik Jensen frá sær sum formaður í Siumut, og Vivian Motzfeldt tók við fyribils.

Men hon tapti stríðsvalið um sessin fyri Alequ Hammond, sum aftur gjørdist forkvinna í Siumut. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547