Fimti hvør flytur av landinum og kemur ikki aftur

Fimti hvør flytur av landinum og kemur ikki aftur
Í Føroyum eru í miðal 40 prosent av hvørjum árgangi uttanlands, tá tey flestu eru burturi
Í Føroyum eru í miðal 40 prosent av hvørjum árgangi uttanlands, tá tey flestu eru burturi. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
16.03.2026 - 10:30

Í Føroyum flytur fimti hvør í hvørjum ættarliði uttanlands og kemur ikki heimaftur. 

Í Íslandi ger tíggjundi hvør tað. 

Og í Álandi er talan um fjórða hvønn.

Tað skrivar Hagstovan.

Hagstovan hevur nú eisini samanborið Føroyar og Áland.

 

 

40 prosent uttanlands

Í Føroyum eru í miðal 40 prosent av hvørjum árgangi uttanlands, tá tey flestu eru burturi. Tað er oftast, tá tey eru miðskeiðis í tjúgunum. 

Í Álandi minnir mynstrið um tað føroyska. 

Í miðal eru tveir triðingar av hvørjum árgangi í Álandi, sum býr uttanlands, tá tey flestu eru burturi. Í Álandi fara tey eitt sindur fyrr enn tey ungu í Føroyum.

Í Íslandi er heilt øðrvísi. 

Millum fimm og 15 prosent av hvørjum árgangi eru burturstødd, tá tey eru í tjúgunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162