Slakar 14 milliardir goldnar í lønum seinasta árið

Slakar 14 milliardir goldnar í lønum seinasta árið
Størsti lønarvøksturin hevur verið í Sandoynni
Lønir og hýrur í botnfiskiveiðuni seinastu 12 mánaðirnar hava 55 prosent størri enn undanfarnu 12 mánaðir.
 
18.03.2026 - 08:30

13,7 milliardir krónur vóru latnar í lønum frá mars í fjør til februar í ár.

Tað eru 7,1 prosent meira enn frá mars í 2024 til februar 2025.

Hetta er løn, sum fer gjøgnum A-skattaskipanina. 

Hetta kemst serliga av lønum og hýrum í botnfiskiveiðuni, sum seinastu 12 mánaðirnar er 55 prosent størri enn frá 2024 til 2025, skrivar Hagstovan.

Almennu vinnugreinarnar heilsu- og almannaverk og almenn umsiting, verja og lógarkravdar almannaveitingar høvdu eisini stóran vøkstur.

Størsti lønarvøksturin er í Sandoynni. Hann er næstan 16 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037