Tilflytarar leita eftir politiskari vitan

Tilflytarar leita eftir politiskari vitan
Tað er ikki bara bara at leita sær vitan um valevni og teirra politikk, tá mann er tilflytari. Tað merkir Eva Rasmussen, sum saknar meiri kunning
19.03.2026 - 22:48

Eva Rasmussen er stutt síðani flutt til Føroya, og nú skal hon fyri fyrstu ferð á val í Føroyum.

Men tað vísir seg at vera torført hjá henni at finna vitan um valevnini og teirra politikk.

Hon tekur føroyskt sum annaðmál á Glasi, og er bæði forvitin og áhugað.

Men hvør loftar teimum, sum ikki eru tað. Tað setur hon spurnartekin við.

 

Saknar eitt yvirlit á einum stað

Sum er fer Eva Rasmussen inn á heimasíðurnar hjá flokkunum fyri at leita sær vitan.

Hetta gerst tó skjótt forvirrandi og óneyðuga torført, tí hon ikki skilir málið til fulnar, og noyðist at brúka Chat gpt, sum hjálp at umseta tekstir til føroyskt.

Við sjey flokkum og 160 valevnum er tað ikki lætt at finna runt í. 

Tí saknar Eva Rasmussen eina síðu har øll valevni, og tað, tey standa fyri, er upplýst.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576