Landssjúkrahúsið fær nú fjarhita

Landssjúkrahúsið fær nú fjarhita
Sjúkrahúsið er størsti brúkari hjá Fjarhitafelagnum og brúkar hita sum 350 sethús
Arbeiðið at leggja fjarhita til Landssjúkrahúsið byrjaði í september í fjør.
 
20.03.2026 - 08:00

Fjarhitaarbeiðið á Frælsinum verður liðugt í dag, sigur Tórshavnar kommuna.

Og koyrandi er aftur eftir Frælsinum frá í morgin.

Tá byrjar Bussleiðin eisini aftur at koyra eftir Frælsinum.

Fjarhitaarbeiðið á Frælsinum í Havn skuldi vera liðugt í februar. 

Arbeiðið at lata Landssjúkrahúsinum fjarhita byrjaði í september í fjør.

 

25 bygningar

Fjarhitin skal hita 25 bygningar hjá Landssjúkrahúsinum, tilsamans 50.000 fermetrar.

Landssjúkrahúsið fer at brúka eina millión litrar av olju minni um árið. Tað eru 78 prosent minni.

Landssjúkrahúsið verður størsti brúkari hjá Fjarhitafelagnum.

Tað brúkar hita sum 350 sethús. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531