Biðja um ein flokk aftrat í Sankta Frans skúla

Biðja um ein flokk aftrat í Sankta Frans skúla
Kommunan hevur fingið játtað eitt spor, men tað verður í skúlanum á Fløtum
Sankta Frans skúli.
 
20.03.2026 - 08:14

Tórshavnar býráð fer at biðja landsstýrið um at fáa ein 1. flokk aftrat í Sankta Frans skúla næsta skúlaár.

Tað var einmælt samtykt á býráðsfundi í gjár.

Kommunan hevur fyrr biðið Barna- og Undirvísingarmálaráðið um at fáa tvey spor aftrat til 1. flokk næsta skúlaár. 

Kommunan fekk játtað eitt spor. Tað verður í skúlanum á Fløtum.

Men tað nøktar ikki allan tørvin, sigur kommunan, sum nú fer at biðja um eitt spor aftrat til Sankta Frans skúla.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026