Norðoya Sparikassi hevði 30 milliónir í avlopi

Norðoya Sparikassi hevði 30 milliónir í avlopi
Tað eru tó nakrar milliónir minni enn árið frammanundan
 
20.03.2026 - 16:17

Norðoya Sparikassi hevði eitt avlop upp á 30,2 milliónir krónur eftir skatt í 2025. 

Tað skrivar sparikassin í tíðindaskrivi.

Tað eru nakrar milliónir minni enn árið frammanundan, tá úrslitið var 47,9 milliónir krónur eftir skatt.

Sambært sparikassanum kemst tað av lægri rentustøði og stakútreiðslum. Leiðslan sigur kortini, at hon er nøgd við gongdina.

Útlánini vuksu við 4,5 prosentum upp í 2,35 milliardir krónur, meðan innlánini øktust við 9,3 prosentum upp í nærum tríggjar milliardir krónur.

Grundraksturin var 34,6 milliónir krónur, sum verður mettur at vera nøktandi.

Sparikassin hevur framvegis gott gjaldføri og sterkan kapital, skrivar Norðoya Sparikassi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928