Smyril Line hevði metúrslit í fjør

Smyril Line hevði metúrslit í fjør
Leiðslan metir úrslitið vera nøktandi og vísir á, at felagið hevur staðið seg væl
 
20.03.2026 - 17:42

Smyril Line hevði eitt avlop upp á 147 milliónir krónur í fjør eftir skatt, sum er ein framgongd samanborið við árið frammanundan og eitt av bestu úrslitum hjá felagnum, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Leiðslan metir úrslitið vera nøktandi og vísir á, at felagið hevur staðið seg væl, hóast økt kostnaðartrýst, lógarbroytingar og nýggj vinnugjøld.

Smyril Line sigur, at felagið hevur styrkt sína støðu sum álítandi flutningsveitari í Norðuratlantshavi, bæði innan ferðafólka- og farmaflutning.

- Felagið er framvegis fíggjarliga væl fyri og arbeiðir víðari við stórum íløgum, millum annað nýggjum skipum og útbyggingum, sum skulu tryggja vøkstur og burðardyggan rakstur frameftir, skrivar Smyril Line í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655