Aftur í nevnd og tikið av skrá

Aftur í nevnd og tikið av skrá
Tað gongur striltið hjá Tórshavnar kommunu at útvega byggilendi í Kollafirði
Fólk eru misnøgd við, at tey sleppa ikki at byggja í Kollafirði.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.03.2026 - 07:44

Tað gongur striltið hjá Tórshavnar kommunu at útvega byggilendi í Kollafirði.

Kommunan hevur nú í nøkur ár roynt at fáa lendi í Norðreki.

Avtala var gjørd við festaran í desember 2023.

Men enn er ikki greitt, hvussu komast skal at lendinum, hvar vegurin skal vera.

Samráðingar vóru við tey, sum eiga lendið, vegurin skal gjøgnum.

Tær vóru fyri summarfrítíðina í fjør. 

 

Tilmæli

Síðani hava samráðingar ikki verið.

Fyri at koma víðari legði kommunan málið fyri ferðslunevndina.

Og so fór málið í byggi- og býarskipanarnevndini og teknisku nevnd til endaliga støðutakan 

Tekniski stjórin, býararkitekturin og býarverkfrøðingurin eru komnir við einum tilmæli um veg.

Tey mæla eisini til, at umsitingin hjá kommununi sleppur at samráðast við tey, sum eiga lendið.

Meirilutin í byggi- og býarskipanarnevndini og teknisku nevnd taka undir við tilmælinum.

 

Steðgar

Men har steðgar málið.

Tað var á skránni til býráðsfundin 20. november í fjør. Tá fór tað aftur í nevnd.

Tað var so aftur á skránni til býráðsfundin 11. desember. 

Men tá var tað tikið av skránni. 

Tað var á býráðsfundi 19. mars. Og var beint aftur í nevnd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025