Skjal: Johan Dahl gav Strandferðsluni munnkurv

Skjal: Johan Dahl gav Strandferðsluni munnkurv
Landsstýrismaðurin gav boð um, at starvsfólk á Strandferðsluni skuldu einki hava at vita, fyrr enn fíggjarlógin fyri 2013 varð avgreidd
 
18.12.2013 - 15:03

Frágreiðingin, sum Vinnumálaráðið sendi til fíggjarnevndina í nátt um ruðuleikan á Strandferðsluni, gevur ikki ta sonnu myndina. Eitt sera áhugavert skjal vantar nevniliga í frágreiðingini, og hetta skjalið vantaðii eisini, tá útvarpið í gjár fekk innlit frá Vinnumálaráðnum.

Skjalið er eitt bræv, sum váttar uppáhaldið hjá fíggjarleiðaranum á Strandferðsluni um, at leiðslan fyri einum ári síðani fekk munnkurv frá landsstýrismanninum, tá leiðslan annars ætlaði at kunna starvsfólkini og seta sparingar í verk, sum kundu fingið játtanina at halda.

Munnkurv

Fíggjarleiðarin orðar seg soleiðis í óvanliga brævinum, sum hann hevur sent Fíggjarnevndini um, at tingið ikki fær allar upplýsingar frá Vinnumálaráðnum:

"Tá fekk leiðslan á Strandferðsluni harraboð og "munnkurv" úr VMR, at onki mátti sigast um hetta mál, fyrr enn eftir 3. viðgerð".

Men einki í tilfarinum frá Vinnumálaráðnum til Fíggjarnevndina váttar, at fíggjarleiðarin hevur rætt í sínum uppáhaldi. Og kortini ER eitt bræv, sum heilt greitt staðfestir, at fíggjarleiðarin HEVUR rætt, tá hann sigur, at leiðslan hevur fingið munnkurv.

Landsstýrismaðurin gav boð

Útvarpið hevur fingið hendur á brævinum, og tað vísir, at Gunnleyg Árnafjall, fíggjarfulltrúi, sum í nátt annars skrivaði frágreiðingina til fíggjarnevndina saman við aðalstjóranum í ráðnum, hevur sent leiðsluni á Strandferðsluni eina munnkurv frá Johan Dahl, landsstýrismanni. Í brævinum stendur orðarætt:

"Góði Bogi! Landsstýrismaðurin hevur givið boð um, at eingi boð skulu gevast starvsfólkunum fyrr enn eftir 3. viðgerð. Vinarliga Gunnleyg Árnafjall".

Also júst sama orðing, sum fíggjarleiðarin brúkar í áheitan síni á fíggjarnevndina. Men hetta brævið hava fíggjarfulltrúin og aðalstjórin í Vinnumálaráðnum ikki tikið við í frágreiðingina til fíggjarnevndina, sum m.a. vildi hava at vita, hvat hetta vóru fyri ákærur um munnkurv.

Mildari bræv

Í staðin fyri at viðhefta brævið við munnkurvini, vísa embætisfólkini til eitt annað - nógv mildari - bræv, sum varð sent leiðsluni á Strandferðsluni dagin fyri munnkurvina, og har landsstýrismaðurin ikki verður endurgivin fyri nakað, og har einki er í, sum kann líkjast eini munnkurv.

Sostatt hevur fíggjarnevndin ikki fingið fullfíggjaðar upplýsingar frá Vinnumálaráðnum í nátt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985