Fíggjarfulltrúin: Hatta er eitt mistak

Fíggjarfulltrúin: Hatta er eitt mistak
Gunnleyg Árnafjall, fíggjarfulltrúi í Vinnumálaráðnum, sigur, at hon minnist ikki, at hon skrivaði brævið um munnkurvina frá Johan Dahl
 
18.12.2013 - 15:44

- Hatta er eitt mistak, og eg gangi út frá, at frágreiðingin til fíggjarnevndina verður broytt.

Tað sigur fíggjarfulltrúin í Vinnumálaráðnum, Gunnleyg Árnafjall í stuttari viðmerking, nú tað er greitt, at frágreiðingin, sum hon hevur gjørt saman við aðalstjóranum til Fíggjarnevndina kann seta fíggjarleiðaran á Strandferðsluni í eitt verri ljós, - hetta tí, at upplýsingar vanta í frágreiðingini frá Vinnumálaráðnum, sum stuðla fíggjarleiðaranum í sínum uppáhaldi.

Minnist ikki

Gunnleyg Árnafjall sigur, at hon minnist ikki, at hon sjálv hevur skrivað brævið um munnkurvina frá Johan Dahl, landsstýrismanni, til leiðsluna á Strandferðsluni, og av tí at brævið ikki varð funnið, tá embætisfólk í gjár leitaðu gjøgnum teldupostarnar í ráðnum, ja, so varð tað ikki tikið við.

Spurd, hvi skjalið ikki er journaliserað, sigur Gunnleyg Árnafjall, at samskiftið við Strandferðsluna er so ómetaliga stórt, og at alt ikki kann journaliserast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775