Landsverk biður um tilboð upp á olju

Landsverk biður um tilboð upp á olju
Talan er um 2,5 milliónir litrar, men tá er parturin av Landssjúkrahúsinum, sum fær fjarhita í ár, ikki taldur við
Endamálið við útboðnum, sigur Landsverk, er at tryggja, at landið kann fáa sum mest fyri skattgjaldarans pening.
 
24.03.2026 - 08:11

Landsverk biður um tilboð upp á gassolju til landsins bygningar, asfaltverkið og bitumengoymsluna hjá Landsverki.

Talan er um 2,5 milliónir litrar.

Tá er tann parturin av Landssjúkrahúsinum, sum fær fjarhita í ár, ikki taldur við.

Tilboðstíðarskeiðið er eitt ár, men møguligt er at leingja tað tvær ferðir eitt ár, so talan kann gerast um trý ár.

 

Sum mest fyri pengarnar

Endamálið við útboðnum, sigur Landsverk, er at tryggja, at landið kann fáa sum mest fyri skattgjaldarans pening.

Og verkætlanin Orkutøk, sum avtala er um við landsstýrið, ger, at Landsverk kann keypa orku til allar landsins stovnar. 

Landsverk kann nýta partar av avsláttrinum í sambandi við oljuútboð til orkusparandi tiltøk. 

Og Landsverk kann nýta árliga ágóðan, sum kemur frá orkusparandi tiltøkum, til onnur orkusparandi tiltøk til frama fyri landsins stovnar. 

Fasti avslátturin fyri gassolju verður býttur millum avvarðandi stovn og Landsverk. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858