Øll eiga rættin at fara á val

Øll eiga rættin at fara á val
At fara á val er ein demokratiskur rættur, sum øll kunnu krevja at brúka. Tí eru umstøðurnar eisini gjørdar til øll, eisini tey við skerdum førleikum
Kristianna Klein
24.03.2026 - 18:07

Rætturin at fara á val er tryggjaður við lóg.

Tí eru umstøðurnar eisini gjørdar til, at øll sleppa framat so ella so. 

Tó er hetta bert ein hjálp hjá teimum, sum vita tað, og tí er hetta so miki umráðandi at kunnna um, sigur Katrin Jacobæus, dagligur leiðari í Javna. 

 

Umstøður til øll

Ein og hvør, ið hevur tørv á hjálp til eitt val, hevur rættin til hjálp - uttan mun til hvør tørvurin er.

Hetta fevnir um skerdar førleikar í breiðari fatan.

Tað kunnu vera tey, ið sita í koyristóli, sum hava tørv á meira plássi í klivanum og einum lægri borðið.

Men tað kunnu eisini vera tey, ið ikki fáa lisið, og tí hava tørv á at fáa hjálp at lesa valevnini upp inni í klivanum. 

 

Klár at hjálpa

Óansæð hvør tørvurin er, so ber altíð til at spyrja hjálparfólkið í høllini. Tey kunnu millum annað koma við inn í klivan at hjálpa. Eisini ber til at fáa ein persón, sum mann sjálvur kennir og følir seg tryggan við, við inn í klivan.

Til tey, ið hava tørv á koyristóli, ber til at fáa ein tílíkum í høllini. Men um mann als ikki er førir fyri at koma inn í høllina, hevur mann eisini rættin at avgreiða sína atkvøða uttanfyri í bilinum hjá sær.

Um mann ikki hevur møguleika fyri at spyrja um hjálp á valstaðnum, ber til at ringja til kommununa og biðja um hjálp. 

 

At atkvøða heimanifrá

Júst í dag atkvøða vit til fólkatingsval. Men hósdagin verður løgtingsvalið, og tá skulu vit aftur í atkvøðuklivan.

Men um tað av ein hvørjari orsøk ikki ber til, so ber til at atkvøða heimanifrá. 

Tað skotbráði er farið til fólkatingsvalið. Men í morgin 25. marts er freistin at atkvøða heimanifrá til løgtingsvalið. 

Fyri at atkvøða heimanifrá er neyðugt at seta seg í samband við kommununa, sum kemur heim til ein at veita hjálp.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985