Spennandi val og stór valluttøka í Grønlandi

Spennandi val og stór valluttøka í Grønlandi
Qarsoq Høegh-Dam í Naleraq og Naaja Nathanielsen í IA fara at umboða Grønland í fólkatinginum næsta valskeið
Qarsoq Høegh-Dam og Naaja Nathanielsen eru vald í fólkatingið fyri Grønland.
Mynd: DR  
 
25.03.2026 - 14:21

Á fólkatingsvalinum í  Grønlandi vórðu Qarsoq Høegh-Dam í Naleraq og Naaja Nathanielsen í IA vald. Tey eru bæði nývald.

Qarsoq Høegh-Dam, sum er bróðir Aki-Matildu Høegh-Dam, sum var í fólkatinginum, fekk sera gott val, 4.615 atkvøður.

Naaja Nathanielsen er landsstýriskvinna. Hon fekk 1.953 atkvøður. 

Hetta er fyrstu ferð, at Naleraq hevur fingið umboð í fólkatinginum.

 


Birita í Dali. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Valkvøldið var sera spennandi í Grønlandi, og valluttøkan var størri enn vanligt.

Tað sigur Birita í Dali, stjórnmálafrøðingur, sum hevur búð í Grønlandi í 11 ár:

 

25032026_Birita_i_Dali


 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221