Havstovan: Framvegis lítið av toski á landsgrunninum

Havstovan: Framvegis lítið av toski á landsgrunninum
Nøgdin var eitt vet størri enn í fjør, og toskurin var rættiliga rak
Magainnihaldið hjá toskinum var ein blanding av hvítingsbróðri og krabbadjórum, men nærum eingin nebbasild, sigur Havstovan. (Savnsmynd)
 
25.03.2026 - 14:38

Tað er framvegis lítið til av toski á føroyska landgrunninum. 

Tað vísa kanningar, sum rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt í sambandi við árligu váryvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum.  

92 hál á ein tíma vóru tikin.

Nøgdin av toski var eitt vet størri enn í fjør, men framvegis lítil í mun til onnur ár, og toskurin var rættiliga rak, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Magainnihaldið hjá toskinum var ein blanding av hvítingsbróðri og krabbadjórum, men nærum eingin nebbasild, sigur Havstovan.

Nøgdin av hýsu var framvegis stór, og talan var mest um smáa hýsu. Hýsan var eisini rak samanborið við onnur ár.

Lítið var at fáa av longu, men nakað tað sama av upsa og gulllaksi.

Eins og seinastu tvey árini vóru kalvaspraggur at fáa. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493