- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarnevndin fingið frágreiðing um múlabandið
Fíggjarnevndin fekk í gjárkvøldið frágreiðingina hjá Vinnumálaráðnum um múlabandið, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, gav fíggjarleiðaranum hjá Strandfaraskipum landsins fyri einum ári síðani.
Henda frágreiðing var ikki við, tá Fíggjarnevndin í gjáranáttina fekk frágreiðing um rokið á Strandferðsluni. Tá stóð, at "Vinnumálaráðið hevur gjøgnumgingið samskiftið við Strandfaraskip landsins og hevur ikki givið fíggjarleiðaranum munnkurv."
Skjal afturíaftur
Men tá Útvarpið í gjár kundi upplýsa, at har var eitt múlaband í desember í fjør, tá fíggjarlógin fyri 2013 var í løgtinginum, kom tann parturin av samskiftinum, sum ikki kom undan kavi í Vinnumálaráðnum mikunáttina, afturíaftur.
12.desember í fjør sendi Vinnumálaráðið Boga Mortensen, stjóra á Strandferðsluni, teldupost um eitt bræv, sum fíggjarleiðarin, Hans Petur Joensen, ætlaði at senda starvsfólkunum hjá Strandfaraskipum landsins.
Hans Petur Joensen ætlaði at kunna fólkið um støðuna hjá stovninum, nú Fíggjarnevndin var komin við sínum áliti um fíggjarlógina. Stovnurin skuldi spara 4,8 mió. kr.
"Fyri manningarnar á Teistanum hevur hetta við sær, at bara tvær manningar skulu røkja Sandoyarleiðina. Fyri manningarnar á Smyrli verður avleiðingin væntandi, at arbeiðast skal niðursetta tíð. Hetta er støðan í løtuni. Endalig vissa fyri hesum átøkum fæst ikki, fyrrenn løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina fyri 2013," skrivaði Hans Petur Joensen.
Skuldi ikki sendast
Men Johan Dahl gav Boga Mortensen boð um, at brævið hjá Hans Peturi Joensen skuldi ikki sendast starvsfólkunum fyrr enn løgtingið hevði endaliga samtykt fíggjarlógin.
Hans Petur Joensen fekk avrit av teldupostinum frá Johan Dahl til Boga Mortensen. Tí skrivaði Hans Petur Joensen til fíggjarnevndarlimirnar sunnudagin, at hann hevði fingið múlaband, var biðin um at tiga. Eitt múlaband, sum Vinnumálaráðið mikunáttina einki visti um.
Vinnumálaráðið sigur, at tað hevði verið skeivt og í stríð við góðan leiðslusið, um leiðslan kunnaði starvsfólkini um eitt nú uppsagnir, áðrenn tað var greitt, um fíggjarlógin fór at hava við sær uppsagnir.
Leggjast kann afturat, stendur í brævinum frá Vinnumálaráðnum til Fíggjarnevndina í gjárkvøldið, at politisk undirtøka var ikki fyri sparingunum, sum fíggjarleiðarin á Strandferðsluni ætlaði at kunna starvsfólkini um.