- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarlógin fyri 2014 samtykt
Fíggjarlógin fyri 2014 samtykt
Í gjár varð greitt, hvussu fíggjarlógin fyri komandi ár verður. Hon varð samtykt í løgtinginum í gjár, og hallið verður um 219 milliónir.
19.12.2013 - 09:15
Fíggjarlógin fyri 2014 varð í gjár samtykt í løgtinginum eftir triðju viðgerð. Tríggjar atkvøður vóru ímóti, 7 blankar og 23 løgtingsfólk atkvøddu fyri.
Hetta var hin seinasti tingfundurin áðrenn jól, og næsti fundur verður týsdagin 7. januar næsta ár, skrivar in.fo.
Eisini blivu í løgtinginum 2 milliónir játtaðar til at gera eina sendistovu í Moskva, sum verður fimta føroyska sendistovan. Tað kostar góðar 12,6 milliónir at reka núverandi sendistovurnar, men nú hendan kemur afturat, verður tað til 15 milliónir.
Samstundis gjørdist greitt, at hallið fyri komandi ár verður 219 milliónir.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |