Mette Frederiksen fer nú undir stjórnartingingar

Mette Frederiksen fer nú undir stjórnartingingar
Fundir verða við sjey flokkar í morgin
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur fingið litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.03.2026 - 15:29

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, sum hevur fingið litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn eftir fólkatingsvalið, hevur boðið sjey flokkum til fundar í morgin.

Teir eru SF, Eindarlistin, Radikali flokkurin, Alternativið, Moderatarnir, Vinstri og Konservativi fólkaflokkurin.

Forsætisráðharrin hevur fund við hvønn flokk sær.

Umframt fundirnar í morgin, verða tríggir fundir næstu dagarnar: 29. mars, 31. mars og 1. apríl. 

At Mette Frederiksen hevur boðið bæði Vinstra og teimum konservativu til samráðingar, kann benda á, at hon vil hava eina breiða samgongu, halda politiskir eygleiðarar á Christiansborg. 

Slíkir fundir kunnu somuleiðis vísa, hvar breiðar semjur møguliga kunnu finnast. 

Mette Frederiksen fer at hava fund við føroysku og donsku fólkatingslimirnar í næstu viku. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129