Bárður á Steig Nielsen á odda við 43 taldum valstøðum

bannari
Bárður á Steig Nielsen á odda við 43 taldum valstøðum
Ein fjórðingur av atkvøðunum eru taldar, og tað ber til at gera upp, hvat flokkar hava fingið, og hvør hevur fingið flestar persónligar atkvøður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.03.2026 - 21:52

Tølini broytast alla tíðina, men nú, tá 43 av 57 valstøðum eru tald upp, svarandi til ein fjórðing av atkvøðunum, stendur Fólkaflokkurin til at vera størsti flokkur við 28,8 prosent av atkvøðunum, meðan Sambandsflokkurin stendur til at vera næststørstur við 22,3 prosentum. Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 19,9, og Tjóðveldi til at fáa 16,7 prosent.

Men hyggja vit eftir persónligu atkvøðunum, so fær Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, flest, 486.

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, stendur til at fáa 350, sum gevur honum næstflestar.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, fær triðflestar persónligar atkvøður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674