Guðrið Hansdóttir klár við sjeyndu studioútgávuni

Guðrið Hansdóttir klár við sjeyndu studioútgávuni
Tónleikurin er sum at bíta í eitt sýrublað - frískur, knasandi, grønur og eitt sindur sýrutur, sigur Guðrið
 
27.03.2026 - 12:03

Sýrublað er heitið á sjeyndu útgávuni, og hon er nakað heilt annað enn seinasta útgávan Gult myrkur frá 2022.

Grundleggjandi er tónleikurin á plátuni fólkapoppur, men hon ferðast eisini víða um í sjangrum. Eitt nú er eitt reggae-lag á plátuni, og tað er fyrstu ferð, at Guðrið letur eitt tílíkt úr hondum.

Harumframt eru sangir, ið eru kontri-kendir, og okkurt fær fólk at hugsa um grunge-tónleikin úr 90´unum.

Sýrublað er tikin upp í studio hjá Høgna Lisberg við Gøtugjógv, og á útgávuni eru tað tey bæði, ið spæla øll ljóðførini.



- Eg hevði hug at royna nakað nýtt, sigur Guðrið. Henni dámdi ógvuliga væl framleiðsluna á plátuni hjá Døgg, ið Høgni Lisberg stóð fyri. Hon vendi sær tí til hansara, og har byrjaði samstarvið. 

Tey høvdu upprunaliga fleiri tónleikarar á gátt, men tá avtornaði vóru tað tað Guðrið og Høgni, ið sjálv spældu øll ljóðførini.



Teirra millum er blokkfloytan, ið Guðrið spælir á sanginum Epoxy Primer. Tað er ikki eitt ljóðføri, ið hon hevur í hondunum á hvørjum degi, men framleiðarin eggjaði henni til at royna. 

Tekstirnar á Sýrublað eigur Beinir Bergsson. Teir eru eitt nú um modernað rótloysi, longsulin eftir stillu náttúruni og yðjandi lívinum í býnum, stúranina fyri framtíðini og lívið við angist.

17. apríl verður útgávukonsert í Norðurlandahúsinum.

Seinast vit frættu vóru bara eini 40 atgongumerki eftir, sigur Guðrið, ið er sera spent at framføra alla plátuna á virðiliga pallinum í Norðurlandahúsinum.



Hóast tað er sjeyndu ferð, at Guðrið letur studioútgávu úr hondum, er kenslan framvegis nakað serligt. Man hevur altíð summarfuglar í búkinum, viðgongur hon.

Í Studio 5 verða tríggir sangir av Sýrublað spældir beinleiðis. Manningin er:

Guðrið Hansdóttir, gittar og sang
Høgni Lisberg, trummur
Vinjar Petersen, klaver
Benjamin Petersen, gittar
Marianna Winter, kór



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Guðrið Hansdóttir


 
1803434

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597