Portalur: Jørgen Niclasen snýtti við tolli

Portalur: Jørgen Niclasen snýtti við tolli
Skjøl vísa, at p.f. N.Niclasen, har Jørgen Niclasen var stjóri, innflutti og seldi vørur, sum fyritøkan ikki rindaði toll av
 
19.12.2013 - 16:49

"Fíggjarmálaráðharrin snýtti landskassan fyri 600.000 krónur".

Undir hesari yvirskriftini skrivar portal.fo grein um, at eitt felag, sum Jørgen Niclasen, ið nú er landsstýrismaður í toll- og skattamálum, var stjóri í, fyrst í 90´unum snýtti landskassan fyri meira enn eina hálva millión krónur í tolli.

Tað vísa skjøl, sum Portal.fo hevur fingið innlit í, og sum útvarpið eisini hevur fingið. 

Rindaði ikki toll

Skjølini vísa, at pf. N. Niclasen í Sørvági, har Jørgen Niclasen var stjóri, flutti inn - og seldi - vørur, sum fyritøkan ikki rindaði toll av. 

Samlaða upphæddin var uppá 592.000 krónur, vísa skjølini. Nógv tann størsti parturin av upphæddini, 493.000 krónur, stavar frá vørum, sum komu til Føroya við skipum hjá Skipafelagnum Føroyum. 

Restin, góðar 99.000 krónur, stavar frá vørum, sum vórðu fluttar inn við øðrum skipafeløgum, Star, Føroyafrakt og øðrum “húsagangsfeløgum”, sum pf. N. Niclasen sjálvt orðar tað í skrivi til Tollstovuna.

Hetta skrivið varð sent frá pf. N. Niclasen, tá roynt varð at finna eina loysn eftir, at myndugleikarnir høvdu varnast tað, sum fór fram. Tað eydnaðist tó ikki at finna eina loysn, og pf. N. Niclasen fór á húsagang, og raksturin fluttur yvir í eitt annað felag.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum

Innlitssvar frá løgregluni

Umsókn frá N. Niclasen um afturgjald og eftirgeving av skuld

Viðgerð av innlitsumbøn í tollmálið hjá N. Niclasen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083