Ukraina gjørt avtalu við fleiri lond í Persaraflógvanum

Ukraina gjørt avtalu við fleiri lond í Persaraflógvanum
Ukraina skal lata verjuskipanir og hernaðarliga serfrøði, og samstarvslondini skulu veita Ukraina trygd afturfyri
Volodymyr Zelenskyj, forseti.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
31.03.2026 - 08:37

Ukraina hevur skrivað undir trygdar- og verjuavtalu við fleiri lond í Persaflógvanum, sigur Volodymyr Zelenskyj, forseti.

Hann kallar avtalurnar við Saudi Arabia, Sameindu Arabisku Emiratini og Katar fyri ein varða á vegnum.

Fráboðanin kom í dagligu sjónbandaðu røðuni hjá forsetanum í gjárkvøldið. 

Ukraina er eisini í samráðingum við Jordan og Kuvait, og hevur fingið áheitanir úr Barein og Oman, sigur Zelenskyj.

Avtalurnar fevna um, at Ukraina útflytur verjuskipanir, hernaðarliga serfrøði og tøkniliga vitan, meðan samstarvslondini veita Ukraina trygdarsamstarv afturfyri, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891