Fleiri útlendingar gista í AirBnb enn í gistingarhúsum

Fleiri útlendingar gista í AirBnb enn í gistingarhúsum
Flestu stutttíðarleigumálini, 93 prosent, vóru býli, so sum sethús og íbúðir. Hini sjey prosentini vóru eitt nú neyst og húsvognar
Stutttíðarleigan er 12 prosent av søluni til útlendsk ferðafólk. Hon var 152 milliónir kr. í 2024.
Mynd: Hagstovan  
 
01.04.2026 - 10:43

Nógv fleiri útlendingar, sum koma til Føroya, gista í stutttíðarleigumálunum, til dømis AirBnb, enn í gistingarhúsunum.

Men samanumtikið brúktu á leið líka nógv stutttíðarleigumál sum gistingarhús.

Tað skrivar Hagstovan.

Tølini eru frá 2024, tá stutttíðarleigan fyri fyrstu ferð er gjørd upp í Føroyum. 

Í 2024 vóru góð 1200 stutttíðarleigumál lýst tøk í Føroyum. 

Ein lítil helvt, 45 prosent, vóru tøk meginpartin av tíðini til stutttíðarleigu. 

Hin helvtin var tøk av og á.

 

 

Sethús og íbúðir

Allar flestu stutttíðarleigumálini, 93 prosent, vóru býli, so sum sethús og íbúðir. 

Hini sjey prosentini vóru eitt nú neyst og húsvognar.

Flestu gestirnir, 94 prosent, í stutttíðarleigumálunum vóru útlendingar.

Til samanberingar vóru 62 prosent av gestunum í gistingarhúsunum útlendskir sama tíðarskeið. 

Stutttíðarleigan er 12 prosent av søluni til útlendsk ferðafólk, skrivar Hagstovan.

Hon var 152 mió. kr. í 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928