Bókin, sum ongantíð varð gloymd

Bókin, sum ongantíð varð gloymd
01-04-2026
Í 2002 vóru tvær sendingar í útvarpinum um "Takt og tone". Hesar sendingarnar eru nú styttar nakað og lagdar saman í eina.

Í 1918 skrivaði tann 66 ára gamla Emma Gad bókina "Takt og tone". Hon væntaði sær lítið av henni, men bókin gjørdist ein bestseljari, og meira enn 100 ár seinni kenna mong hana framvegis. Emma Gad staðfesti í 1918, at siðirnir broyttust, og at tey ungu vóru nógv øðrvísi enn tey eldru. Hon skrivaði um kærleika, arbeiðssemi, familjulív, uppaling, peninganýtslu, góðan samrøðusið, veitslur og mangt annað. Ikki skal alt, hon skrivaði, takast bókstaviliga, men heldur lesast við einum smíli, segði hon sjálv. Uni Arge legði til rættis, og Birita Mohr las týddu brotini úr bókini.

Bókin, sum ongantíð varð gloymd

Í 1918 skrivaði tann 66 ára gamla Emma Gad bókina "Takt og tone". Hon væntaði sær lítið av henni, men bókin gjørdist ein bestseljari. Emma Gad staðfesti í 1918, at siðirnir broyttust, og at tey ungu vóru nógv øðrvísi enn tey eldru. Uni Arge legði til rættis, og Birita Mohr las týddu brotini úr bókini.

Í 2002 vóru tvær sendingar í útvarpinum um "Takt og tone". Hesar sendingarnar eru nú styttar nakað og lagdar saman í eina.
01-04-2026