Læna fleiri pengar

Læna fleiri pengar
Men eingin vandi er á ferð, sigur Váðaráðið
Pengarnir eru nógvir.
 
03.04.2026 - 12:36

Váðaráðið heftir seg við, at føroysku peningastovnarnir eru farnir at læna fleiri pengar.

Útlánsvøksturin var níggju prosent í januar.

Serliga privata vinnan lænir pengar.

Váðaráðið hevði fund 25. mars.

Metingin hjá tí er framvegis, at í løtuni eru ikki greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnaði í føroyska peningastovnsgeiranum.

Systemiskir váðar eru veikleikar ella ójavnvág í fíggjargeiranum, sum í ringasta føri kunnu elva til kreppu. 

Ein váði er systemiskur, um hann kann væntast at raka allan fíggjargeiran ella týðandi part av honum.

Stórt virksemi

Váðaráðið vísir eisini á, at virksemið í føroyska búskapinum hevur verið stórt í nógv ár á rað við einum teprum arbeiðsmarknaði og veksandi sethúsaprísum.

Tað kann vera tekin um, at sykliskir systemiskir váðar eru í umbúnaði. 

Sykliskir systemiskir váðar eru, tá búskapurin er góður og fólk eru bjartskygd.

Tá kunnu tey taka stór lán, hóast tey hava við sær kroysta fíggjarliga støðu.

Váðaráðið sigur seg hava vakið eyga við viðurskiftum, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í føroyska peningastovnsgeiranum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891