400 fólk sluppu ikki við Smyrli í morgun

400 fólk sluppu ikki við Smyrli í morgun
Smyril hevur avlýst túrarnar klokkan hálgun níggju í morgun av Krambatanga og klokkan 11 av Havnini vegna tekniskt brek
Smyril loysti ikki í morgun, tí brek var á kølivatnsskipanini. (Savnsmynd)
 
04.04.2026 - 10:34

Tey umleið 400 fólkini, sum skuldu við Smyrli til Havnar í morgun, vóru komin umborð á Smyril á Krambatanga, tá ið boðini komu um, at skipið hevði fingið maskinbrek og mátti avlýsa túrin.

Dánjal Samuelsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at arbeitt verður uppá brekið, men enn veit hann ikki, nær skipið er klárt at sigla. Talan er um eitt brek á køliskipanini. 

 

Tyrlan ger eykatúr

Tyrlan flýgur eykatúr millum Froðba og Havnina klokkan 10:30. Tyrlan fór av Havnini klokkan 10.

Eykatúrur verður flogin um tørvur er á tí. 

Strandferðslan leggur áherðslu á, at ferðandi, sum hava átrokandi tørv at sleppa við, tí tey eitt nú skulu uttanlands, hava fremstu raðfesting. 

Tyrlan tekur 14 ferðafólk og ferðandi vera biðin um at møta við tyrlupallin hálvan áðrenn fráferð ella skjótast gjørligt.  

 

1804721

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531