Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026

Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
05-04-2026
- konsert

Kim Hansen og bólkur hansara framføra saman við Føroya Symfoniorkestri. Eisini vitja serligir gestir, ið Kim hevur samstarvað við gjøgnum árini. Kim hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í nærum eitt mannaminni. Vit kenna hann fyri tónleikalig samstørv, sum fevna breitt og røkka langt. Samstørv, ið hava lagt eitt ótal av sangum eftir seg, og sum føroyingar, bæði ung sum eldri, hava tikið til sín. Henda verkætlanin byrjaði í 2024, og konsertirnar vórðu spældar í februar 2026. Eitt tætt samstarv millum Kim og Føroya Symfoniorkestur frá hugskoti til konsertframførslu. Vit kenna Kim sum framleiðara, sangara og klaverleikara á hægsta stigi. Øll árini hevur Kim spælt í ymsum bólkum, men hevur eisini samstarvað við einstaklingar. Í nógv ár arbeiddi Kim saman við vininum Kaj Johannesen. Kaj skrivaði tekstirnar og Kim gjørdi løg til. Ein tann kendasti sangurin er Meistarin, ið eisini stendur í føroysku sálmabókini. Til hesa serligu konsertina fær Kim vitjan av Lenu Anderssen, Jens Marna Hansen og MC Restorff, ið øll eisini eiga hvør sína stjørnu á føroyska tónleikapallinum. Magnus Johannesen útsetur tónleikin hjá Kim fyri symfoniorkestur. Magnus hevur skrivað nógv fyri bigband, men hevur seinni árini lagt orku í at útseta fyri Føroya Symfoniorkestur, m.a. til Marius Ziska konsertirnar í 2023 og til stórfingnu upplatingarkonsertina í stórhøllini við Tjarnir.

Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026

Kim Hansen og bólkur hansara framføra saman við Føroya Symfoniorkestri. Eisini vitja serligir gestir, ið Kim hevur samstarvað við gjøgnum árini. Kim hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í nærum eitt mannaminni. Vit kenna hann fyri tónleikalig samstørv, sum fevna breitt og røkka langt. Samstørv, ið hava lagt eitt ótal av sangum eftir seg, og sum føroyingar, bæði ung sum eldri, hava tikið til sín. Henda verkætlanin byrjaði í 2024, og konsertirnar vórðu spældar í februar 2026.