Álop á Iran í nátt

Álop á Iran í nátt
Ein amerikansk-ísraelsk rakett hevur lagt eina synagogu í Teheran í oyði. Samstundis hóttir amerikanski forsetin við at bumba Iran aftur í steinøldina
USA og Ísrael halda fram at bumba mál í Iran. Hetta eru toftirnar av einum lærdum háskúla í Teheran, sum var bumbaður leygardagin.
Mynd: BBC  
 
07.04.2026 - 08:00

Spreingingar hava verið í pørtum av Teheran og í Karaj, sum er í útnyrðing úr býnum, skriva iranskir miðlar í nátt. 

Álop skulu hava verið á eitt bústaðarøki.

- Fyri løtu síðani hoyrdust spreingingar í Teheran og Karaj, skriva lokalu miðlarnir Fars og Mehr á Telegram. 

Hálvalmenni miðilin Mehr skrivar seinni, at ein amerikansk-ísraelsk rakett hevði lagt eina synagogu í Teheran í oyði.

Nakað seinni boðaði Reyði hálvmáni frá, at eitt íbúðarøki í iranska høvuðsstaðnum var bumbað, og at bjargingarfólk leita nú í húsatoftunum eftir fólki.

Ísraelski herurin (IDF) sigur seg hava framt fleiri loftálop, sum skulu raka "undirstøðukervið hjá iranska stýrinum í Teheran og øðrum økjum í landinum".   IDF hevur nýtt líknandi orðingar um náttarálop á Iran, síðani Ísrael og USA byrjaðu kríggið 28. februar.

Seint í gjár skrivaði Reuters, at ein varaguvernørur segði við almennar miðlar, at flogvøllurin í býnum Kashan aftur var fyri álopi. Býurin liggur miðskeiðis í Iran, umleið 200 kilometrar sunnan fyri Teheran.

 


Donald Trump. (Kent Nishimura/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Hóttir við at bumba Iran aftur í steinøldina

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hótti á páskum við at bumba Iran "aftur í steinøldina" og gera eitt "helviti" á landið. 

Í gjár segði hann við fjølmiðlar, at alt landið kann verða bumbað "eftir einari nátt", og at tað kann henda týsdagin, altso í dag.

- Vit fáa at síggja, hvat hendir, segði Trump.

Hann var spurdur, um hann var stúrin um ætlanina at bumba iransk orkuverk og brýr.

- Hvør brúgv og hvørt eitt einasta orkuverk verða løgd í oyði mikunáttina, um Iran ikki aktar boðunum, segði Trump á tíðindafundinum.

- Vónandi noyðist eg ikki at gera tað, svaraði Donald Trump.

- USA vil hjálpa iranum at endurreisa landið. Men um USA loypir á Iran, tekur eindureisingin upp í 100 ár, segði amerikanski forsetin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635